Fleiri tíðindi
27. sep. 2009
Nýggjir kloakkpumpubrunnar
Tórshavnar Kommuna hevur seinnu árini gjørt nógv fyri at gera áir og vágir reinari.
Í hesum sambandi eru gjørdir fleiri kloakkpumpubrunnar í kommununi, soleiðis at kloakkirnar vera førdar í reinsiverk.
Í dag eru ikki minni enn seks pumpubrunnar settir í drift.
Andrias Berg hevur staðið fyri at gera fýra pumpubrunnar niðri við Rættará og har á leið. Articon hevur staðið fyri at gera tveir pumpubrunnar uppi við Skræddaragøtu í Hoyvík.
Allir pumpubrunnar í Tórshavnar Kommunu verða yvirvaktir frá fartelefon og teldu.
Install sp/f hevur staðið fyri tí tekniska arbeiðinum í báðum førum.
Install hevur eftirhondini staðið fyri tekniska arbeiðinum við fleiri pumpubrunnum og kann sigast at vit eru serfrøðingar í slíkum skipanum.
Fleiri tíðindi
Install sp/f - Á Hjalla 7a - FO-188 Hoyvík - tel: 310882 - fax: 310482 - install@install.fo