image slider
Text
image slider
image slider
image slider
Text

Starvsfólk

Starvsfólkið er samansett av elektrikarum og maskinmeistarum, allir við hollum starvsroyndum.

Um okkum

Her eru eru tilvísingar nakrar av okkara kundum og til nøkur av arbeiðunum vit hava gjørt gjørt:

J & K Petersen
Tórshavnar kommuna
Tórshavnar Havn
Betri Trygging
Vága Floghavn
Landsverk
Articon
Valaverk
Runavíkar Kommuna
Sunda Kommuna
Klaksvíkar Kommuna
Vága Kommuna
Sumbiar Kommuna
Meginfelag Búnaðarmanna (MBM)
Bilasølan
Mentamálaráðið
Fíggjarmálaráðið

Starvsfólkið er samansett av maskinmeistarum og elektrikarum, allir við hollum starvsroyndum.

Install sp/f er ein el-fyritøka, sum hevur breiðan førleika og breitt virkisøki í Føroyum. Vit átaka okkum alt frá stórum verkætlanum til serloysnir til smærri virkir.

Install veitir tænastur innan EL / CTS og pumpuskipanir.

Vit samstarva haraftrat við og er umboð fyri útlendskar veitarar sum Wasys Acowa, Schneider, Philips, KSB, Grønbech & Sønner og Grundfos.

Okkara fakligi førleiki er í serflokki og vælútbúna manningin kann veita og menna loysnir innan el, Pumpuskipanir, stýringar, ávaringarskipanir, termografering, sjálvvirknar skipanir, neyðstreymsskipanir (UPS), viðlíkahald og rakstur.

Install varð stovnað í maj 2003. Vit keyptu bygning uppi á Hjalla og fluttu niðan har í 2009. Á summri 2020 fluttu vit oman í Jekaragøtu og halda í dag til har.

Install sp/f, Jekaragøta 10, FO-100 Tórshavn, Tel: 310882, e-post: install@install.fo, V-tal: 603937

Rokningar kunnu sendast til: bokhald@install.fo

ella elektroniskt til:

EAN 5790002053627 (minst til at seta 00 frammanfyri okkara V-tal also 00603937)

Vit veita eina breiða tænastu og hava serfrøði á nógvum økjum. Install kann menna eina serliga skipan til tín tørv, og vit hava royndir við at gera skipanir og veita tænastu til mong sløg av virkjum og stovnum.
Vit innleggja, umvæla, viðlíkahalda, forrita og reka skipanir, maskinur og onnur tól. Vit fáa til vega, seta upp, forrita og læra tykkum at brúka skipanirnar. Tænastan umfatar millum annað:

- El-innleggingar
- CTS-skipanir (BMS)
- EDV-skipanir (UTP og Fipur)
- Brandávaringarskipanir (ABA)
- Pumpuskipanir Spillivatn og drekkivatn
Veitan og uppsetan og drift av omanfyristandandi
- Automatiskar hurðaskipanir (ADK)
- Vakmyndaskipanir (CCTV)
- Innbrotsskipanir (AIA)
- Neyðstreyms- og dieselgeneratorar
- Termografering

Install er ein fyritøka í støðugum vøkstri, og hava vit sera góðar hølis- og arbeiðsumstøður. Vit eru altíð áhugaði at hoyra frá fólki, sum hava áhuga fyri at arbeiða hjá okkum.

Install hevur breiðan førleika og breitt virkisøki í Føroyum. Vit átaka okkum alt frá stórum verkætlanum til serloysnir til smærri virkir.
Install samstarvar við og er umboð fyri útlendskar veitarar sum Schneider, Philips, Wasys, og KSB
Um tú kundi hugsa tær at hoyrt meira um tínar starvsmøguleikar hjá okkum ert tú vælkomin at tosa við Jón Dahl, tel 505806 og e-post: jon@install.fo.

Install hevur í fleiri ár arbeitt við orkusparandi tiltøkum, sum kunnu spara kundanum pening og minka um dálkingina við vakstrarhúsgassum.
Hjá Install arbeiða 4 maskinmeistarar og hesir hava í longri tíð roynt at funnið útgerð og gjørt royndir við orkusparandi útgerð.
Vit kunnu bjóða kundum okkara ymiskar orkusparandi skipanir.
M.a. kunnu vit bjóða eina orkusparandi skipan til gøtuljós og stýring av stórum ljósskipanum sum á Fótbóltsvallum og Havnaløgum.
Eisini hava vit royndir við orkusparandi tiltøk til pumpuskipanir.

Vit hava eina breiða vøruskrá, sum umfatar tilfar til:

El-installatiónir
CTS-installatiónir (BMS)
Brandávaringarskipanir (ABA)
Pumpuskipanir
Útgerð til eftiransing og dátusavning
Stýringar
Neyðstreymsskipanir

Nógvar av vørunum hava vit á goymslu.

Install er umboð fyri hesi í Føroyum:

Schneider
Philips
Wasys
Acowa
Grønbech & Sønner
KSB pumpuskipanir

Install ger heildarloysnir, har vit selja vøruna og verkseta loysnina.

Samband

Rokningar kunnu sendast til: bokhald@install.fo

install@install.fo

Send eini boð

Tú er vælkomin at skriva til okkara her, so venda vit aftur

Adressa


Install sp/f
Jekaragøta 10
FO-100 Tórshavn


Tlf: +298 310882