Starvsfólkið er samansett av maskinmeistarum og elektrikarum, allir við hollum starvsroyndum.

Install sp/f er ein el-fyritøka, sum hevur breiðan førleika og breitt virkisøki í Føroyum. Vit átaka okkum alt frá stórum verkætlanum til serloysnir til smærri virkir.

Install veitir tænastur innan EL / CTS og pumpuskipanir.

Install varð stovnað í maj 2003. Vit keyptu bygning uppi á Hjalla og fluttu niðan har í 2009. Á summri 2020 fluttu vit oman í Jekaragøtu og halda í dag til har.