Pumpur

Install sp/f eru umboð fyri KSB-pumpuskipanim í Føroyum. KSB er ein av heimsins størstu pumpuframmleiðari og kemur úr Týsklandi.
Vit veita eisini pumpuskipanir frá øðrum veitarum, eitt nú danska Grundfos. Tað kann bæði vera spillivatnspumpur, pumpur til drekkivatn ella aðrar pumpur.

Stýriskipanir og instrumentir
Eisini er Install sp/f umboð í Føroyum fyri danska veitarin ACOWA, sum veitir instrumentir og stýringar til pumpuskipanir av ymsum slagi. 

Av instrumentum kann nevnast Stýringar, dataloggarar (eisini battarí-drivnar), trýsttransmittarar, radarar, flowmátarar, ilt-mátarar, turbiditetsmátarar, hydrogensultid-mátarar PH-mátarar o.s.v.

Pumpuskipanir spillivatn

Vit veita eisini komplettar skipanir brunnar við pumpum, ventilum rørskipan og deksli, klárt at seta niður í jørðina.

Pumpuskipanir drekkivatn

Til drekkivatn, veita vit umframt pumpur, eisini komplettar pumpuloysnir har t.d. ein komplett hydroforskipan kemur liðug í einum brunni við loki og einum deksli. Sí myndina omanfyri.

Í brunninum er umframt pumpuskipanina eisini ljós stikkontakt og el-talva. Loysnirnar vera framleiddar eiftir tørvi. Vanliga er hæddin á brunninum uml 2000mm og brunnurin er Ø1800mm og upp til Ø2500mm. Fyrimunurin við einari slíkari skipan er at hon er sera noslig, haldbar, løtt at goyma burtur, har bert bert ein lúka sæst í lendinum, frystur ikki um veturin og so er tað ein væl bíligari loysn en fyrst at gera fundament, byggja hús og so installera pumpuskipanina í húsið. 


Tilvísingar

Av verkætlanum har vit hava gjørt Pumpuskipanir, kunnu nevnast:
-Tórshavnar Kommuna, uml. 35 ymsar kloakkpumpuskipanir
-Tórshavnar Kommuna, uml. 6 ymsar drekkivatns-pumpuskipanir.
-Tórshavnar Kommuna, Pumpuskipan til Havnará.
-Sunda Kommuna, uml. 2 ymsar kloakkpumpuskipanir
-Sunda Kommuna, uml. 2 ymsar drekkivatns-pumpuskipanir.
-Runavíkar Kommuna, 3 ymsar drekkivatnspumpuskipanir
-Klaksvíkar Kommuna, 3 ymsar kloakkpumpuskipanir
-Sumbiar Kommuna 2 ymsar kloakkpumpuskipanir
-Vága Kommuna 1 drekkivatnspumpuskipanir

 
Vit leggja dent á at veita góðar, tryggar og snildar loysnir, sum kunnu koyra automatiskt og kunnnu spara orku.
Vit hava veitt pumpuskipanir runt alt landi serliga innan spillivatn og vatnverk, sí dømi um verkætlanir her