Vinnulig Sosial Ábyrgd

Install sp/f framleiðir loysnir, sum ofta eru týdningarmiklar og í fleiri førum uppstiga vit skipaninir av ymsum slag. Kjarnin í arbeiði okkara er orkusparing. Vit vita, at arbeiði okkara er ein týdningarmikil  partur í einum størri alheims umhvørvisrokniskapi, og at orkuspurningurin hevur stóran týdning í stríðnum móti høgari klimalast, ið tyngir okkara jørð. El er orka, og tørvurin á meira orku, er stórur og hetta lastar klótuna. Tað krevst stórt tilfeingi at framleiða orku, og tí er málið, at so stórur partur av orkuframmleiðslini kemur frá varandi orku og at orkan verður brúkt við skili. Serfrøðingar meina, at uml. 10 prosent av samlaðu heimsorkunýtsluni verður brúkt til at pumpa vatn; Orka, sum aftur brúkar stórar resursir um allan heim. Tí er tað umráðandi fyri jørðunar yvirlivilsi, at vit leggja dent á orkusparing.
Við vitan um okkara leiklut í alheims umhvørvisrokniskapinum, leggja vit dent á tað, sum vit nevna "Heildarávrirknaðurin av framleiðslu". Øll lið í framleiðslu okkara hava ein týdning fyri umhvørvið. Við tí í huganum hava vit skapt 4 yvirordnaði mál fyri framleiðslu okkara, sum tryggja góðsku, umhvørvisábyrgd, og trivnað hjá starvsfólki. Hesi mál eru sett við útgangsstøði í niðanfyri nevndu heimsmálunum hjá FN.

 

GÓÐSKUTRYGGING
Handilsmodellið hjá Install sp/f tekur støðið í veitan av loysnum við høgari góðsku – skraddaraseymað til tørvin hjá einkulta kundanum.
Tí brúka vit stóra orku uppá at okkara starvsfólk hava tað gott hjá okkum, hava góðar umstøður og altíð eru tyryggjaði, at hava bestu amboðini og hálpartólini og bestu trygdartólini. Okkara erfaring er at góðar arbeiðsumstøður saman við góðum dialogi við okkara kundar og samstarvspartnarar, tryggjar haldførar loysnir við høgari góðsku og við langari livitíð.
Hetta stuðla vit samstundis við samstundis at syrgja fyri at okkara starvsfólk hava góða útbúgving, vald millum tey dugnaligastu í vinnuni.

Install er eitt góðkent el-innleggingarvirki. Vi hava egineftirlit við okkara góðskutryggingarskipan, har vit tryggja og syrgja fyri at hava allar upplýsingar dagførdarar v.v. Skipanini hjá okkara virki og kompetansum, mannskapi á uppgávum og skjalfestan av hvussu uppgávur verða útførdar. Tað skal til eina og hvørja tíð, vera lætt og einkult hjá mynduleikum at kanna okkara framleiðslur og goymslur.

 

Umhvørvisábyrgd
Vit hava eitt mál um at minnka okkara klimaavtrýst. Tað er heilt í tráð við okkara kjarnuuppgávu: At tryggja rætta leiðslu, viðgerð og orkuoptimering við okkara uppgávum. Samstundis er tað í trá við okkara visión, har vit leggja stóran dent á starvsfólk trívast væl. Við at hava samstarv við aðrar kendar fyritøkur við somu viðrum, vanta vit at okkara frammleiðsla kemur at spara orku og harvið minka um CO2 útlátið. Samstundis er framleiðslan hjá hesum fyritøkum undir størri umhvørviskrøvum enn hjá flestu øðrum. Tað er t.d. áhugi í at optimera og taka burtur spill, ið eisini aftur minnkar klimatrýstið.
Okkara mál er eisni at minnka umhvørvistrýstið hjá okkara skrivstovuhølum, bygningum og arbeiðgongdum. Vit hava syrgt fyri at okkara bygningur er bygdur umhvørvisvinarligt og at vit endurnýta pakkitilfar og at burturkast fer á eina umhvørvisvinarliga móttøku.

 

Tryggjan av okkara samfelagsábyrgd

Vit hava eitt mál um at taka samfelagsliga ábyrgd, sum fremur ein viðvarandi og burðardyggan vøkstur. Tað gera vit aftur við, serliga at hava góða starvsfólkarøkt, stuðla í nærumhvørvinum og hjálpa við at gjalda skatt til føroyska vælferarsamfelagið. Eisini við at halda galdandi lógir og reglur sum tryggjar eitt gott arbeiðsumhvørvi. Hervið tryggja ein viðvarandi burðardyyggan vøkstur. Vit vilja gjarna vera við til at gera lokalsamfelagið til eitt gott stað at búgva í. Hetta gera vit netupp við at stuðla ítróttarfeløgum og sjálvbodnum felagsskapum í nærumhvørvinum.

 

Trygging av at starvsfólk trívast

Vit hava eitt mál um at tryggja at okkara starvsfólk trívast væl á okkara arbeiðsplássum. Glað starvsfólk skapa eitt gott arbeiðspláss og hjálpa til at tryggja ein eina framleiðslu við høgari góðsku. Tí er tað umráðandi fyri okkum at skapa eitt gott og trygt arbeiðsøki fyri okkara starvsfólk við m.a. at bjóða teimum eina góða trygging. Staðsetingin av okkara fyritøku í lokalsamfelagnum hjálpir  til at skapa arbeiðspláss fyri lokalsamfelagið. Kanningar siga at  tey, sum framleiða lokalt, hjálpa 40% meira til vælferarsamfelagið, enn fyritøkur, sum bert innflyta vørur og tænastur.
Góður trivnaður kemur ikki bert við trygd. Har má eisini vera motivering. Tað gera vit m.a. við at bjóða relevant skeið til víðarimenning hjá okkara starvsfólkum. Góður trivnaður kemur eisini við at hava fokus á einum góðum sosialum tóna á arbeiðsplássinum. Tí prioritera vit at brúka tíð til at møtast uml. 14. hvønn dag til felagskaffi og hugna.
Góður sosialur tóni skapar góðan trivna.