Snildskipanir BMS, CTS, IBI, ADK, ITV

Install sp/f eru Schneider Partner innanfyri BMS, ADK og ITV og hava fingið útbúgving til hettar. Install sp/f eru eisini Signify Partnarar í Føroyum, og hava fingið útbúgving til hettar.


BMS stendur fyri Building Management System.
BMS umfatar snildar skipanir til bygningar, so sum CTS-skipanir sum eru stýring av hitaskipanum. BMS umfatar eisini IBI-skipanir, sum er stýring av t.d. ventilatión, ljósi, persiennustýring og alarmum v.m.
ADK/AIA
-skipanin frá Schneider er ein skipan til atgongdar-stýring og innbrots-sikring, so sum til hurðar, portur og vindeygu. Bygningseigarin kann tá frá einari teldu, stýra og yvirvakja atgongdina til ymisk støð í bygninginum.

ITV er kameraskipanir verða nýttar til at yvirvakja bygningar ella ávís støð í bygninginum við mynd/video. Hesar skipanir kunnu automatiskt t.d. eymerkja ávíst í einari video-upptøku og senda alarmar. 


Install hevur uppsett fleiri Signify-ljósstýringsskipanir runt landið. Sum dømi kunnu nevnast øll gøtuljós í Tórhavn, størsti parturin av gøtuljósunum á Skálafjørðinum, fleiri fótbóltsvallir og ljósstýrisskipanir í fleiri havnum í Føroyum. Skipanirnar ger stýringina nógv lættari, har ljósini kunnu forritast at lýsa ávísar tíðir, ljósini kunnu stýrast frá teldu ella app á fartelefonini.

Øll ljósini á bryggjuni lýsa við fullari styrki. Uml. 50 kW

Um vit siga at ljósini lýsa 4.000 tímar árliga, so hevði tað kostað kr. 400.000 árliga. Við at dempa ljósini niður á t.d. 10% tá einki arbeiðið
er á bryggjuni, kann sparast rættiliga nógv orka.

Ljósini á vestaru síðu av bryggjuni lýsa við 10% styrki.

Tíðirnar ljósini vera dempað, er forritað í skipanina, men kann
altíð yvirstýrast frá telduni ella fra APP á fartelefon. 


Av verkætlanum vit hava gjørt snildskipair í, kunnu nevnast:
-Skúlin á Argjahamri - Ljósstýringar
-Boðanesheimið, Ljósstýringar, CTS, Sjúklingakalliskipan
-Bryggjurnar í Kollafirði og Oyrarreingjum. - Signify Ljósstýringar
-Terminalurin og  Farstøðin Flogvøllur - ADK/AIA
-Gøtuljós í Tóshavn - Ljósstýringar
-Gøtuljós í Runavík - Ljósstýringar
-Bygningar hjá Articon á Sundi.
-Skúlin á Fløtum - Ljósstýring, ADK
-Skansabryggja - Signify Ljósstýring
-Sambýlið Mýran - CTS
-Bryggjan á Sundi/Hestoy - Signify Ljósstýringar
-Langhylurin í Tórshavn, ADK, AIA, CTS

Vit leggja dent á at veita góðar og tryggar snildar loysnir, sum kunnu gera umsiting og viðlíkahald lættari og kann spara orku.

Vit hava staðið fyri og gjørt snildskipanir í fleiri verkætlanum sí meira her: