Yvirvakingarskipanir

Install sp/f umboð í Føroyum fyri danska veitarin WASYS sum veitir snildar stýri- og yvirvakingarskipanir til pumpuskipanir, vatnverk, og serskipanir hjá stovnum og hjá  ídnaðinum. Vit brúka mest SRO-skipanina frá Schneider sum nevnist IGSS. IGSS hevur eina APP til fartelefonina sum lættir munandi um hjá starvsfólkunum sum viðlíkahalda skipaninar.

Eisini hava vit veitt skipanir til vatnmátingar í áum. og veitt skipanir til automatiskar tøkur av vatnroyndum.

Av verkætlanum har vit hava gjørt Stýri og Yvirvakingarskipanir, kunnu nevnast:
-Tórshavnar Kommuna, Skipan til yvirvaking av vatnverkum; kloakkbrunnum og Havnará.
-Tórshavnar Kommuna, Vatnmátingar í áum og royndartøkuútbúnaður.
-Boðanesheimið - Skipan til yvirvaking av sjógvhitaskipan
-Sunda Kommuna, Skipan til yvirvaking av vatnverkum 
-Klaksvíkar Kommuna, Skipan til yvirvaking av vatnverkum, kloakkbrunnum og Sjógvhita
-Sumbiar Kommuna, Skipan til til yvirvaking av vatnverkum, kloakkbrunnum
-SEV, Vatnmátingar í áum
-Landssjúkrahúsið - -Royndartøkuútbúnaður

Vit leggja dent á at veita góðar, tryggar og snildar loysnir, sum kunnu lætta um drift og viðlíkahald og kunnnu spara orku.

Vit hava veitt stýri- og yvirvakingarskipanir, runt alt landi serliga innan spillivatn og vatnverk, sí dømi um verkætlanir her: